Mjølnir kvinnurnar vunnu toppdystin íHavn móti Fleyr og hava sostatt yvirtikið oddasessin.
Mjølnir legði hart út og vann fyrstasettið 25-17. Næsta settið vann Mjølnir 25-22, meðan Fleyrsvaraði aftur í triðja settið og vann 25-17. Seinasta settiðvann Mjølnir 25-19. Sostatt vann Mjølnir samanlagt 3-1 og taðgevur 3 stig til Mjølnir og 0 til Fleyr.
Sostatt hevur Mjølnir yvirtikiðoddasesson við sínum 30 stigum. Fleyr hevur 28 stig. Hesi bæðiliðini eru langt frammanfyri hini liðini og koma væntandi at spælaFM finalurnar. Eftir kvinnudystin spældu mansliðini hjá somu feløgum. Har vann Fleyr 3-1.




