Mjølnir vann ein tryggan sigur móti KÍF sunnudagin.
KÍF er annars eitt av liðunum, ið kappast um bronsuna, meðan Mjølnir síggja út til at hava beina kós í FM finaluna. 25-17, 25-14 og 25-14 vóru sett úrslitini, tá Mjølnir vann tryggan 3-0 sigur. Mjølnir hevur 25 stig á 1. plássi, meðan Fleyr hevur 20 stig, men hevur leikt tveir dystir færri sambært heimasíðuni hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Leygardagin eru steypafinalurnar á skránni, har júst Mjølnir og Fleyr bresta saman.




