Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir tapti móti ÍF í steypakappingini

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: Mjølnir og ÍF spældu í kvøld í steypakappingini hjá kvinnum.

Mjølnir kvinnurnar hava í ár víst, at tær eru á veg fram og nýggja ættarliðið hevur vunnið fleiri dystir, hóast talan er um ungt lið. Tað ger, at Mjølnir er væl við í kappingini um 2. plássið, ið gevur finalupláss.
Í kvøld var fyrsti dystur í bólkaspælinum í steypakappingini á skránni, tá ÍF vitjaði í Klaksvíkar Badmintonhøll. Og hóast ÍF liggur aftanfyri Mjølnir í landskappingini, so var tað ÍF, sum vann ein rímiliga tryggan sigur. Tey bæði fyrstu settini vóru jøvn og spennandi, meðan ÍF vann greitt í teimum báðum síðstu settunum. Tískil fingu Mjølnir kvinnurnar eina keðiliga byrjan uppá steypakappingina, har SÍ og TB eru hini liðini í bólkinum. 
Mjølnir-ÍF 1-3 (23-25, 27-25, 9-25 og 16-25)
  
Harleyfacadeacryl