Kvinnuunglingarnir hjá Mjølnir gjørdu bart og struku avstað við steypasigrinum
Kvinnuunglingarnir hjá Mjølni gjørdu bart og struku avstað við steypasigrinum.
Ungdómsfinalurnar hjá Flogbóltssambandinum vóru í Høllini á Hálsi ígjár.
Tað gjørdist Mjølnir, sum vann steypafinaluna hjá kvinnuunglingunum við einum 2-0 sigri á ÍF í einum sera spennandi dysti, har annað settið gjørdist eitt marathonsett, sum endaði við støðuni 29-27 – hetta settið kundi farið báðar vegir.
Fyrsta settið endaði 25-18 til Mjølnir, og harvið eru Mjølnir-kvinnuunglingararnir steypavinnarar í 2017.
Á liðnum hjá Mjølni eru Anita Gregersen, Marjun Elida í Gong, Lovisa Richardsdóttir, Sirið Anthoniussen, Ása Frederiksberg, Ana Bogdanovic, Vivia Jóannesdóttur Leivsgarð, Erika Johnsdóttir Færø, Amanda Johannessen, Rannvá Danbjørg Heinesen, Maria Bech Nielsen, Alberta Árnadóttir, Joan Marsten og Aleksandra B. Skálagarð. Venjararin er Bojan Drobnjak, sum eisini er venjari hjá meistaradeildini.
Vit á Norðlýsinum ynskja Mjølnir hjartaliga til lukku við finalusigrinum
Frálíkt Mjølnir!




