Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vann fyrsta dystin

Jóhann Lützen

Ein spennandi dystur millum Mjølnir og Hvidovre VK endaði við einum 3-1 sigri til Mjølnir.

Okkara spælarar vístu sera høgt støði, og til tíðir var stórur munur á liðnum. Mest sum allatíðina var Mjølnir omaná, uttan seinastu løtuna í triðja setti, sum eisini endaði við einum Hvidovre sigri.

Hvidovre endaði annars nummar 3 í bestu donsku deildini í fjør.

Eisini ungu leikararnir hjá Mjølnir fingu seg royndar í dysti í dag, og gevur hetta vón um eina bjarta framtíð.

Settúrslitini gjørdust:

25-18

25-23

23-25

25-19