Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir vann sín fyrsta sigur

Oliver Joensen

Myndarøð: Mjølnir kvinnurnar vunnu javna dystin móti SÍ leygardagin. 

Hetta var 2. umfar í landskappingini. Í 1. umfarinum tapti Mjølnir 3-0 á heimavølli móti KÍF, so eitt sindur av trýsti var á FM vinnarunum, tí við einum tapi datt liðið nakað afturum í toppinum.
Talan bleiv um ein sera spennandi dyst og 5 sett skuldu til, áðrenn Mjølnir hevði tryggjað sær ein 3-2 sigur.
Sett úrslitini vóru:
Mjølnir-SÍ 3-2 (25-13, 24-26, 25-16, 25-27 og 15-6)