Mjølnir skipaði fyri kapping fyri eldri deildir leygardagin. Hóast kulda og kava vóru fáa frámeldingar, umframt at kappingin gekk skjótt og væl.
Tíðindaskriv: Mjølnir skipaði fyri kapping fyri eldri deildir leygardagin. Hóast kulda og kava vóru fáa frámeldingar, umframt at kappingin gekk skjótt og væl.
Vegna brek í hitaskipanini var Badmintonhøllin ísakøld, men tað skaddi ikki hýrin á flogbóltsleikarunum.
Leiðslan fyri Badmintonhøllina hevur funnið brekið, og lova tey, at skipanin riggar til fulnar komandi vikuskifti, tá ið Mjølnirkappingin fyri yngri fer av bakkastokki.
Heili 127 lið hava teknað seg til Mjølnirkappingina fyri yngru deildir!
Mjølnir vónar tá aftur at síggja nógv fólk í høllini!




