Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnirkappingin fyri yngri lið: Mjølnir vann tríggjar av sjey kappingum har felagið luttók

(
John Færø)

Umframt at vinna gull-merki í bólkunum Gentur 14 ár, Dreingir 14 ár og Gentur 12 ár so vann Mjølnir eisini silvur í kappingini fyri Gentur 10 ár og bronsu í kappingini millum Dreingir 10 ár og mansunglingarnar.

Seinastu tvey vikuskiftini hevur Mjølnir skipað fyri tí árligu kappingini, nevnd Mjølnir-kappingin, fyri tey yngru liðini, og sigast má, at heimaliðið fekk góða úrtøku.

Í teimum 7 bólkunum, har Mjølnir luttók, vann felagið heiðursmerki í 6 teirra: 3 gull-, 1 silvur- og 2 bronsumerki.

Mjølnir luttók ikki í bólkinum kvinnuunglingar, tí felagið í løtuni hevur ta mannagongd, at kvinnuunglingarnir ístaðin verða tiknar upp at leika við teimum vaksnu.

Úrslitini gjørdust annars hesi:
Gentur 10 ár:
1. Fleyr
2. Mjølnir
3. TB

Dreingir 10 ár:
1. TB
2. ÍF
3. Mjølnir

Gentur 12 ár:
1. Mjølnir
2. TB
3. SÍ

Dreingir 12 ár:
1. ÍF
2. TB
3. Fleyr

Gentur 14 ár:
1. Mjølnir
2. Dráttur
3. TB

Dreingir 14 ár:
1. Mjølnir
2. Nøvan
3. SÍ

Kvinnuungl.:
1. SÍ
2. KÍF
3. TB

Mansunglingar:
1. Fleyr
2. ÍF
3. Mjølnir