Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnirkappingin

(Hannefía Joensen)

Leygardagin 26/1 verður árliga Mjølnirkappingin fyri yngri deildir, stuðlað av Norðoya Sparikassa, í Klaksvík.

Uml. 60 lið eru tilmeldaði, og 80 dystir verða leiktir. Serliga hjá teimum heilt ungu, dreingir og gentur 10, eru nógv lið. Spælt verður í fimleikarhøllunum, í KÍ-høllini og í Badmintonhøllini. Fyrstu dystirnir byrja kl. 9.00, og teir síðstu verða væntandi spældir um 17-tíðina. Fyrireikarnir vóna, at kappingin fer at ganga skjótt og væl, tí umstøðurnar í Klaksvík eru vorðnar so nógv betri nú, eftir at Badmintonhøllin er komin afturat hinum høllunum.