Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Modell av Acorn

(Hannefía Joensen)

Hans Jákup Fuglø hevur nú latið bygginummar 25 úr hondum, tað er eitt modell av sluppini Acorn, sum Guddi á Dalinum og Lutzen og Winther’s handil keyptu úr Íslandi.

Sum alt, ið Hans Jákup Fuglø greiðir úr hondum er Acorn sera snotulig á at líta. Tað tekur nógva tíð at byggja eina slika slupp, tí hon skal frá grundini gerast neyvt sum originalurin var bygdur, tað er umráðandi. Satt at siga so eri eg longu nú farin undir næsta "nýbygningin" og tað er eitt modell av Verdandi, ið hvarv við mann og mús undir Íslandi.

Um Acorn sigur Símun Hansen í Havið og vit:
Acorn (1918-1932) … Várið 1928 hendi umborð a Acorn óvanlig og syndarlig ólukka, sum kostaði 7 av teim 8 monnunum, sum vóru í lugarinum, lívið. Tann 8-andi var Jákup Pauli Biskupsstøð frá Gjógv, og hann sigur mær soleiðis frá tilburðinum:
Seinnapartin leygardagin 19. Marts kastaðu vit í Meðlandsbuktini; fiskur vísti seg at vera, og tá inndrigið var, løgdu vit bakk úteftir á bakborðsháls, ættin var landsynningur, gott bakkveður. Sunnunáttina kl. 4.00 fór eg upp at loysa av, men tá eg kom í iappan, sá eg, at tað var avloyst í stýrihúsinum og fór so niðurundir aftur. Veðrið var tað sama, onki rep í seglinum. Kl. 4.15 fingu vit ein óføra stóran sjógv, skailettið brotnaði, lastin skeytst og seglini bóltaðu út úr seglkoyggjuni út á durkið í gongini. Ein karbiddunkur, sum lá í seglkoyggjuni, rullaði fram í lugarið og, tá sjógvurin kom at honum, fór at gassa. Eg tók kunkin og skuldi fara á dekkið við honum, men slapp ikki fyri seglunum, sum høvdu tipt gongina; góður eldur var í kabússini, og meðan eg stóð við dunkinum, eksploderaði hann í føvninginum á mær. Eg fór nú at royna at fáa seglini somikið til viks at komast kundi upp; tað gekk leingi, men til endan slapp eg upp, tá vóru seks av okkum átta, sum vóru har frammi deyðir. – tann sjeyndi doyði nakrar dagar seinni -. Tá eg kom á dekkið, tókust hinir við at seta bátin út og eg fór at hjálpa teikum, men tá teir sóu, hvussu illa eg var brendur, fingu teir meg niður í kahúttina. Báturin varð ikki útsettur, men eldurin brendi framvegis, til karbidið var uppi og nú fóru teir í lastina at lempa salt og fáa hana aftur á rættkjøl. Hann var sum sagt landsynningur í ættini og tí varð avgjørt at fara á Reykjavík, men ferðin gjørdist drúgv, ikki komu vit hagar fyrr enn hósdagin 24. Marts. Her blivu teir sjey grivnir.

Jákup Pauli varð innlagdur á katólska hospitalið, í august fluttur til Føroya, til Dronning Aleksandrines hospital og haðani á ríkishospitalið; stív tvey ár lá hann á hospitali; so illa brendur var hann – hevði mist nøs, oyru og fingrar, og mátti tola ómenniskjansliga pínu fyri at koma aftur fyri seg, men av sterkum vilja hevur hann, síðan hann kom heimaftur, gjørt alt arbeiði, róð út og annað-. Fyri at bjarga soninum leyp hann inn í aftur tað logandi lugarið; tað var tí hann brendist so illa, uttan at tað tó eydnaðist honum at bjarga soninum.

Teir, ið doyðu: Djóni Debes, Gjógv,61 ár, Hans Jacob Joensen, Gjógv, 23 ár, Napoleon Klein, Gjógv 16 ár, Hans Jacob Biskopstø, Gjógv, 17 ár, Danial Pauli Olsen, Funningur, 32 ár, Hans Jacobsen, av Eiði, 21 ár og Hans Doris Mørkøre, Eiði, 20 ár.

Hans Jákup Sigur, at Acorn ikki er bygd til nakran ávísan, so til ber helst at tosa við hann, um onkur vil ogna sær modellið.