Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MÓÐURMÁLSDAGURIN 2016 – UNG OG MÁLIÐ

Danial Viðoy

Forvitnisligt og alment móðurmálstiltak í kvøld kl. 19.00.

Kunningarskriv:

Alment móðurmálstiltak hóskvøldið 31. mars, kl. 19.00.

Ung og málið er evnið á almennum móðurmálstiltaki í Nýggjustovu, Gongini 8, í Havn, hóskvøldið 31. mars, kl. 19.

Høvuðsdenturin hetta kvøldið verður á føroyskum máli í filmi. Filmslistin í Føroyum er ung, og ung í Føroyum hava tikið hendan miðilin til sín.

Pætur Marjunarson Dahl hugleiðir um føroyskt filmsmál og um føroyskt mál í filmi.

Síðan hevur Birgir Kruse samrøðu við Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, og Marjuna Syderbø Kjelnæs, høvund.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setir tiltakið.

Fyrireikarar eru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Føroya Fólkaháskúli, Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Tiltakið er ókeypis.