Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mogens Lykketoft á landsfundi Javnaðarfloksins

Javnaðarflokkurin

Leygardagin 6. apríl verður árligi landsfundur Javnaðarfloksins í Smæruni í Havn. Gestarøðari í ár er danski sosialdemokraturin Mogens Lykketoft.

Mogens Lykketoft er fólkatingslimur fyri donsku sosialdemokratarnar og er ein ógvuliga royndur politikari. Hann er fyrrverandi uttanríkis-, fíggjar- og skattamálaráðharri umframt fyrrverandi formaður í Fólkatinginum og fyrrverandi landsgranskoðari. Í juni 2015 varð hann valdur sum formaður fyri hálvfjerðsinstjúgunda ST aðalfundin, sum varð hildin frá septembur 2015 til septembur 2016. Og í ár verður hann gestarøðari á landsfundi Javnaðarfloksins, sum verður hildin í Smæruni í Havn 6. apríl. 

Landsfundurin byrjar við morgunmati klokkan 9, og hildið verður á til klokkan 17. Umframt gestarøðu er eisini árliga formansrøðan frá Akseli V. Johannesen og orðaskifti millum limirnar. Allir limir hava møti- og talurætt á fundinum. Klokkan 19 verður landsfundarveitsla hildin í Róðrarneystinum á Argjum.