Í galdandi lóggávu um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving eru ongar forðingar fyri, at kavaravinnan kann mennast – eisini til at verða partur av einum maritimum tænastudepli.
Í galdandi lóggávu um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving eru ongar forðingar fyri, at kavaravinnan kann mennast – eisini til at verða partur av einum maritimum tænastudepli. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til skrivligan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu. Men hóast lógin gevur møguleika fyri at menna hesa vinnu, so eru ongar ítøkiligar ætlanir um tað í løtuni, sigur landsstýrismaðurin.
Landsstýrismaðurin ásannar, at áðrenn nýggjar útbúgvingar verða settar á stovn er neyðugt, at útbúgvingarstøðini gera íløgur í útgerð og vitan á økinum.
Lóggávan er nøktandi
Landsstýrismaðurin staðfestir, at kavaraskúling í Føroyum er á einum fakligum og altjóða høgum støði, og hann sigur eisini, at sambært Arbeiðseftirlitinum er talið á vinnukavarum, ið hava tørv á viðgerð í sambandi við kavarasjúku, fallið munandi síðani verandi lóg kom í gildi. Tí heldur hann, at lóggávan er nøktandi.
Førleiki og útgerð eru avgerandi
Fyrispurningurin hjá Óluvu Klettskarð var í 4 punktum. Hon spurdi hvussu útbúgvingina er skipað, hvør tørvur er á at menna útbúgvingina og kavaravinnuna, og eisini spurdi hon, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fremja nakra skipan, ið kann menna hesa vinnu. Óluva Klettskarð spurdi harafturat hvørjar møguleikar landsstýrismaðurin sær fyri, at føroyska kavaravinnan kann gerast partur av ætlanini um at bjóða Føroyar fram sum maritiman tænastudepil í Norðuratlantshavi.
Svarið hjá landsstýrismanninum vísir, at lóggávan er ikki ein forðing fyri at menna kavaravinnuna, men sum landsstýrismaðurin sigur:
”Hetta er altíð ein spurningur um, hvørt veitarin av útbúgvingini hevur neyðugan førleika og neyðuga útgerð.”




