Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Møguleiki fyri loysingarsamgongu

Jóhann Lützen

Tvær veljarakanningar eru almannakunngjørdar í dag, týsdagin 6. desember. Báðar geva loysingarsinnaðu flokkunum meiriluta. Formansskiftini í Framsókn og serliga Fólkaflokkinum kunnu, saman við vantandi alternativunum hjá Fólkaflokkinum, gera sítt til, at fullveldissamgongan, ið hevur ligið í dvala í knapt 20 ár, vaknar aftur.

 

Spyr.fo hevur gjørt eina veljarakanning fyri Portal.fo, og hon gevur Fólkaflokkinum 8, Sambandsflokkinum 5, Javnaðarflokkinum 9, Sjálvstýri onki, Tjóðveldi 6, Framsókn 3 og Miðflokkinum 2 umboð á Løgting. Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn kunnu sostatt, um tey vilja, skipa eina fullveldissamgongu við 17 umboðum aftanfyri seg.

Gallup hevur gjørt eina aðra veljarakanning fyri Kringvarpið. Hon er eisini blíð, men ikki líka blíð, við Fólkaflokkin. Sambært henni fær Fólkaflokkurin 7, Sambandsflokkurin 6, Javnaðarflokkurin 9, Sjálvstýri onki, Tjóðveldi 7, Framsókn 2 og Miðflokkurin 2 umboð á Løgting í ovurmorgin. Her er ikki nóg mikið við teimum trimum, men taka teir Miðflokkin, ið áður hevur sitið í fullveldissamgongu, inn, ber til at skipa eina loysingarsamgongu við 18 umboðum.

Long tíð er gingin, síðani vit seinast høvdu eina fullveldissamgongu. Ikki tí at loysingarflokkarnir ikki hava havt meiriluta fyrr enn nú, men tí at oddafiskarnir ikki hava viljað samstarvað. Hetta brátt farna valskeið hava bæði Fólkaflokkurin og Framsókn skift for”menn”, umframt at lutfalsliga stór útskifting verður millum meinigu tinglimirnar til hetta valið, og tað ger, at kortini kunnu blandast av nýggjum.

Farna valskeið, og fleiri undanfarin valskeið við, hevur fiskivinnupolitikkurin verið høvuðsforðingin fyri, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin hava kunnað samstarvað. At hann nú er ruddaður av vegnum kann lata upp aftur fyri møguleikanum fyri fullveldissamgongu.

Javnaðarflokkurin hevur stongt heilt fyri Fólkaflokkinum, so um sitandi samgonga fellur hósdagin, er ein tílík fullveldissamgonga einasta vón hjá flokkinum fyri at koma í stjórn. Í korridorunum ljóðar, at Javnaðarflokkurin allarhelst vil í samgongu við Sambandsflokkin, so møguleiki er fyri, at Tjóðveldi vil koma teimum í forkeypinum og samstundis fáa eina samgongu í lag, ið setir gamla, óloysta loysingarspurningin aftur á breddan.

Onkrar veljarakanningar hava víst møguleika fyri eini tvíflokkasamgongu. Tað ger onnur av kanningunum í dag eisini, men hon er millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, og so verður ikki. Tað mest sannlíka er tí ein tríflokkasamgonga, og tá fær Ruth Vang lykilin og kann velja og vraka. Stendur valið millum eina heimastýrissamgongu saman við B og C, og so eina fullveldissamgongu saman við A og E, liggur síðstnevnda beint til høgrabeinið.

Kunnu Fólkaflokkurin og Tjóðveldi leggja fiskivinnupolitikkin á ís, til dømis við at geva Framsókn fiskimálaráðharrasessin, kann sovandi fullveldisrisin vakna aftur til heiður og æru.