Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Møgulig umhvørvisbumba við Flesjarnar

Danial Viðoy

Í summar verða tað 9 ár síðani, at russiska skipið Olshana silgdi á land við Flesjarnar og seinni sakk. Sambart tí ið er komið fram alment, hevði skipið uml. 300 tons av gassolju og uml. 10 tons av smyrjuolju umborð, tá vanlukkan hendi í august 2007.

Tíðindaskriv – Faroe Dive:

Í summar verða tað 9 ár síðani, at russiska skipið Olshana silgdi á land við Flesjarnar og seinni sakk. Sambart tí ið er komið fram alment, hevði skipið uml. 300 tons av gassolju og uml. 10 tons av smyrjuolju umborð, tá vanlukkan hendi í august 2007.

Í økinum har vanlukkan hendi eru í dag ógvuliga stór virðir fyri okkara samfelag. Hesi virði kunnu lættliga verða skadd ella fara fyri skeyti, um t.d. ein oljudálking stendist av vrakinum av russiska skipinum. Her verður serliga hugsa um ómetaligu stórfingnu náttúruna í sjónum við Flesjarnar har kópur, fuglur, hummarar og onnur skeljadjór, fiskur og annað lív stórtrívist. Harumframt er sera nógv vinnuligt virksemi í økinum nakað frá har skipið sakk, ið er nær tengt at náttúruni. Serliga alingin av laksi, í nærøkinum, kann verða sárbar fyri dálking av slíkum slag.

Um vit gera eina leysliga meting av virðunum, einans í samband við alingina, so eru 8 aliøkir lutfalsliga tætt við vrakið á Olshanu, sambart Landsverki. Hesi økir eru; A-85 (Undir neslandinum, A-03 Sundini norður (Svínáir), A-80 Sundini suður (Selatrað), A-05 Kollafjørður, A-81 Kollafjørður (Koldbanargjógv), A-82 Kaldbaksfjørður (uttari), A-10 Kaldbaksfjørður (innari) og A-06 Nólsoyarfjørður (Argjalandi). Um vit hugsa okkum, at tá alifiskurin verður tikin at slakta er uml. 450 tons av fiski í hvørjum aliringi og hvørt alibrúk hevur uml. 12 ringar á sjónum og søluvirði er áleið 45 kr./kg.. So er potentiella virðið, ið er í vanda er (12 x 8 x 450000 x 45 ) = 1,94 milliard DKr. Tað er helst óhugsandi, at øll aliøkini verða rakt samstundis, men tey eru hóast tað í vanda. Virðið í einum aliringi er áleið 450000 kg. X 45 kr./kg. = 20,25 millión Dkr.

Stutt eftir, at russiski trolarin var sokkin kom fram, at ein meting varð gjørd av kostnaðinum av at taka oljuna upp av vrakinum. Niðurstøðan av hesari kostnaðarmeting varð at kostnaðurin pr. Dag lá um 1.000.000,- kr. , og at arbeiðið kom helst at taka áleið 14 dagar at avgreiða. Sostatt segði metingin, at kostnaðurin var á leið 14 milliónir kr. ella áleið 75% av virðinum, ið ein aliringur við fiski í hevur. Í dag er uttan iva neyðugt at gera eina nýggja kostnaðarmeting av hesum arbeiðinum, av tí at so long tíð er fráliðin.

Leiðslan á føroyska vinnukavaraskúlanum vil mæla mynduleikunum til at fyrireikingar verða gjørdar til eina verkætlan, ið er í tveimum stigum fyri at kannað og tryggja øki um Flesjarnar og ikki minst vinnuna í økinum ímóti einari møguligari oljudálking.

Fyrsta stig eigur at verða, at senda ein ROV (Remotely Operated Vehicle) niður á vrakið fyri at 1) staðfesta um olja lekur úr vrakinum 2) filma og dokumentera vrakið 3) kannað hvørjum standi vrakið er í 4) savna nágreiniliga vitan um dýpið niður á botn, dekkið á skipinum, umstøður og viðurskifti á skipinum og rundan um skipið o.a. Hetta arbeiðið kundi møguliga verið avgreitt av t.d. Vørn, ið helst hevur útgerð til slíkt arbeiðið. Av tí at hendan vitanin er avgerðandi í samband við fyrireikingararbeiðið til eina møguliga kaving hevði verið avgerðandi, at umboð fyri møguliga kavaratoymið var við fyri at skráseta og kunna seg um umstøðurnar á vrakinum.

Fyrimunirnir við at brúka ein ROV til kanningar-arbeiðið uttanfyri og rundan um vrakið er at hetta er lutfalsliga lætt at avgreiða og setir ikki stórvegis krøv til manning og tílíkt. Harumframt er hesin hátturin at samla vitan inn, heldur ikki so kostnaðarmikil. Vansarnir við einari ROV kanning er sjálvandi at ein slíkur neyvan sleppur inn í vrakið at savna vitan, ið arbeiðstoymið skal brúka at byggja sínar metingar á.

Næsta stigið eigur at verða, at fyrireika kaving niður á skipið, fyri at fáa staðfest um olja er í skipinum og um so er, hvussu nógva olju talan er um og ikki minst hvussu oljan kann fáast upp úr skipinum. Hetta stigið eigur at byggja á tað vitanina, ið varð fingin tilvega undir fyrsta stignum.

Í dag hevur føroyska kavaravinnan bæði førleikar og stóran part av útgerðini, ið skal til í samband við at fyrireika og skipa eina slíka kavaraverkætlan.

Kavaraskúlin mælir til, at um avvarandi mynduleikin ynskir at kavarar skulu niður á vrakið, at tað verða í mestan mun føroyskir kavarar og starvsfólk, ið fáamøguleikan at standa fyri verkætlanini. Í føroysku kavaravinnuni eru einstaklingar og fyritøkur, ið hava servitan og førleikar við slíkum verkætlanum, sum henni, ið er nevnd omanfyri.