Ísak Mikladal, møguligur fyriskipari, váttar, at arbeitt verður við at gera ein nýggjan óheftan lista til býráðsvalið, har dentur verður lagdur á eldrapolitikk.
Mangla eina rødd fyri eldri
Ísak Mikladal sigur, at aldursbólkurin fyri eldri fólk manglar eina rødd í býráðnum.
– Vit, sum eru komin nakað til árs og hava fylgt eitt sindur við orðaskiftinum í almenna rúminum um eldrapolitikk v.m., kanska serliga tey seinnu 2 – 3 árini, føla óiva mangan, at vit eru til yvirs í samfelagnum. Vit kunnu eisini seta okkum spurningin, er tað nakað, sum vit sjálvi kunnu gera okkurt við. Ein stór broyting síðan seinasta kommunuval er, at kommunurnar hava yvirtikið eldaraøkið, við øllum tí sum tað inniber, hetta er eitt stórt og krevjandi málsøkið hjá kommununum. Við hesum í huga, meti eg, at vit sum hoyra til nevnda aldursbólk, eiga at kunna geva eitt skilagott ískoyti, til rættar og gevandi loysnir á økinum, sigur Ísak Mikladal við Norðlýsið.
Kannar grundarlagið
Í løtuni er tó ikki endaliga avgjørt, um ein listi verður gjørdur, tí í løtuni kannar hann, um tað er grundarlag fyri einum slíkum lista.
Eg haldi, at tað hevði verið gott við einum óheftum lista til kommunuvali, har aldursmarkið fyri at verða á listanum er t.d. 60 ella 65 ár, og at kynini eru eins umboðaði á listanum, sigur Ísak Mikladal.
Mannagongd
Hann leggur afturat, at um áhugi er fyri hesum, so vil hann fegin verða samskipari, soleiðis at:
a) innkallað verður til uppstillingarfund t.d. 8. okt.
b) stevnuskrá verður gjørd
c) listin kann gerast og latast inn til valnevndina
d) kunnað verður frá listanum
Tey sum halda at hetta er nakað, sum er áhugavert og vert at arbeiða víðari við, kunnu senda Ísaki eini boð á facebook ella senda t-post til imikladal@gmail.com.
Býráðsvalið er 8. november og valevnislistarnir skulu vera valnevndini í hendi í seinasta lagi 17. oktober.




