Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Møguliga lopnar í avgrundina

Jóhann Lützen

Gunnar R. Nattestad, ið varðar av Trælanípuni, stúrir fyri, at suðurkoreansku kvinnurnar Soo Jung Park og Soo Yeon Park hava forgjørt sær við at leypa í havið. Hann veit at siga við VP.fo, at tær komu í taxa og vóru als ikki ílatnar til at fara til gongu, men í hvítum klæðum, ið mest av øllum mintu um líkverjur.

Gunnar R. Nattestad sigur við VP, at tað er eitt kent fyribrigdi, at fólk leita sær eftir ávísum støðum í heiminum at taka seg sjálvi av døgum, og at tað er so at siga onki, sum ein kann gera fyri at forða tí. Ábendingar eru um, at tær hava bíðað í 4 tímar, inntil tað var friður í økinum.

Trælanípan, ið er í økinum, har suðurkoreansku kvinnurnar hvurvu, hevur eina dapra søgu – tað var nevniliga her, at trælir í heilt gamlari tíð vórðu stoyttir oman, tá teir ikki megnaðu at arbeiða longur.

Norðlýsið skrivaði í 2019 um ein eysturríkara, sum hvarv í Fugloy, og eisini tá var illgruni um, at hann møguliga var lopin í havið.

 

Kelda og víðari lesnaður: VP.fo

Um eysturríkaran, ið hvarv í Fugloy: Norðlýsið 24. januar 2019