Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd sum Vágaportalurin hevði í greinini "Er tað neyðugt at marknaðarføra soleiðis" tann 14. januar. Myndin er av heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. | Mynd: Visit Faroe Islands

Vit mugu ikki marknaðarføra avgrundir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.01.2019 - 11:37 Leiðarin Mentan Vinna

Vágaportalurin hevði herfyri eina myndafrásøgn. “Er tað neyðugt at marknaðarføra Føroyar soleiðis?” Á myndunum síggjast fólk í høgum hæddum, sum standa á eggini og hyggja niður í avgrundina. Stórir fossar, øgiligt brim og djúpar avgrundir eru felagsnevnarin.

At hesin spurningurin verður settur, nú ein eysturríkskur ferðamaður er blivin burtur í Fugloynni, er neyvan av tilvild.

Á eini aðrari heimasíðu verður Fugloyggin lýst sum “Ultima Thule”. Thule og Ultima Thule var upprunaliga ein oyggj, sum er at síggja á fleiri gomlum kortum. Onkuntíð stendur navnið við Grønland, onkuntíð við Ísland, men oftast er tað ein oyggj, sum ikki er til í veruleikanum, men sum stóð á kortinum, tí landafrøðin ikki var nóg ment. Ein parallellur kann dragast til Atlantis. Tað er tí ikki av tilvild, at grønlendingar hava nevnt sín norðasta bý Thule. Tað er so at siga verðsins endi, og hetta tiltrekkir sjálvandi ferðafólk. Men tað kann eisini tiltrekkja teir av teimum skeivu orsøkunum.

Fleiri av føroysku bjørgunum eru sera vandamikil. Nógvir hundrað metrar eru niður í avgrundina, og tað er so gott sum fullvíst, at deyðin er vísur, um man dettur – ella leypir – út av. Afturvendandi fyri myndirnar er eisini, at fólkini á teimum eru einsamøll. Tær eru sjálvandi ikki ætlaðar so, men tær kunnu lesast sum at her fær man frið til at standa eina løtu í eini sera vandamiklari støðu, uttan at vart verður gjørt við bráðkomnar vandar, t.d. knappligar hvirlur.

Hetta er kanska at mála hin grábeinta á veggin. Men til tíðir er tað neyðugt.. Heldur eigur marknaðarføringin at vísa fleiri fólk saman við einum ferðaleiðara og ikki heilt úti á eggini. Vit eiga at hugsa okkum væl um, eisini um, hvørt tær vøkru myndirnar av føroysku náttúruni ikki tiltrekkja fólk við sálarligum trupulleikinum, sum síggja ein útveg í teimum.

Hetta skal avgjørt ikki skiljast sum at vit skulu gevast við at avmynda føroysku náttúruna og brúka tær myndirnar í marknaðarføringini. Tað er tvørturímóti okkara sterkasta kort. Men vit mugu hugsa okkum betur um. Líka so vøkur sum føroyska náttúran er, líka so drápilig kann hon vera, og líka so vandamikil er hon at fara út í, hvat vit vilja tað ella ei. Mong fólk hava mist lívið í føroysku bjørgunum av óvart, tí tey vóru áhaldsin og kanska eisini tí at tey ikki vóru nóg staðkend.

Myndir, sum útlendingar leggja út aftaná sínar vitjanir, fáa vit sjálvandi onki gjørt við. Men vit kunnu gera okkara at fyribyrgja at gerast eitt ferðamál, sum verður feiltulkað sum sera spennandi fyri bráðræsin fólk, ið ynskja eitt “adrenalin-kick”.

Og tað eiga vit at gera. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seðlarnir koma út kl 9
Toppdystur í Runavík sunnudagin
Takk fyri innliving, samhuga og -hugna,…
22 hval lagt beinini í Hvannasundi
Föroya Bjór vekir ans í National Geograp…
Møguliga lopnar í avgrundina
Vælkomin, kæra Nýskipa­nar­nevnd!
Irina Hayrapetyan í Varpinum sunnudagin
Reyði Krossur bankar á dyrnar í dag
Nýggir møguleikar fyri fólk við niðurset…
Myndarøð: Góvu Kroatia dyst til síðsta b…
Serligur dagur var í dag hjá RVtøkni
Betri avlop á 146 mió krónur
Veðrið um vikuskiftið
7 maskinsmiðir útlærdir á KSS
Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimanna­felag…
Yrking: Tá Grundick var í Vestur­grønland…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Vinarbýarsamstarvi millum Klaksvík og Ta…
Eiga ella leiga ?