Dagarnir, tá viðskiftafólk fara frá tannlæknanum, sum borað vrak, tá tenn eru boraðar og fyltar til rótina, kunnu skjótt blíva søga, nú granskarar hava funnið minni ræðuligar viðgerðarhátt.
Ein viðgerð, ið byggir upp tenninar uttan hjálp frá borinum, er ment av granskarum á King’s College í London, skrivar enska Metro avísin í London. Roknað verður við, at viðgerðin verðurr tøk um trý ár.
Ístaðin fyri at koyra ”rotna” partin av tonnini burtur við borinum og fylla við amalgam ella harpiksi, kunnu teir við elektriskari viðgerð, skunda undir natúrligari uppbygging av calcium og fosfatmineralum í skaddu tonnina.
”Ikki bara er okkara háttur vinarligari við sjúklingin og betur fyri tenninar, men vit rokna eisini við at kunna kappast í prísi við nýggju viðgerðini,” segði Nigel Pitgtx, granskari frá King’s frá Dental Institute.
Helst eru mong, ið síggja fram til nýggju viðgerðina um hon altso gerst veruleiki.




