Vit frætta frá okkara útsendu í Molde, at dysturin nú er byrjaður (kl. 18:00 føroyska tíð), og at Molde hevur lagt trýst á KÍ frá byrjan.
Higatil hevur norska heimaliðið spælt seg til eittans málmøguleika, sum teir tó einki fingu burtuúr.
KÍ hevur enn ikki spælt seg til nakran málmøguleika, men enn eru bert heilt fáir minuttir leiktir.




