(Úr Norðlýsinum 31. januar) KÍ hevur í ár ein norskan hjálparvenjara, Daniel B. Hestad, sum er kendur í norskum fótbólti, har hann m.a. hevur metið fyri flestar dystir í bestu norsku deildini. Hann hevur vunnið fleiri meistaraheiti og hevur verið venjari nakrar dystir og nakrar venjingar hjá einum av heimsins bestu álopsleikarum í løtuni, norska Erling B. Haaland hjá Manchester City.
Undan jólum setti KÍ 47 ára gamla Daniel B. Hestad sum hjálparvenjara hjá 42 ára gamla Magna Hoseth. Talan er um ein kendan persón úr norskum fótbólti. Tí Daniel hevur metið fyri flestar dystir í bestu deildini í Norra og gavst ikki at spæla, fyrr enn hann var 40 ár. Í stóra felagnum Molde, sum er verandi norskur meistari, telist Daniel millum teir heilt stóru í søguni. Hann hevur vunnið trý meistaraheiti við Molde, øll saman við Magna Hoseth. Daniel B. Hestad skal verða hjálpavenjari hjá besta liðnum, høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum og hava morgunvenjingar á akademinum hjá KÍ.
Frá leikara til ungdómsvenjara í Molde
Daniel B. Hestad hevur síðani hann gavst at spæla í 2016 verið ungdómsvenjari í Molde.
– Eg havi spælt við besta liðnum hjá Molde í 23 ár. Einaferð var eg í tvey ár í Hollandi, har eg spældi við Herenveen. Sum venjari havi eg verið á akademinum hjá Molde síðani 2016, har eg havi verið høvuðsvenjari hjá U19-liðnum umframt at hava havt nógvar aðrar uppgávur, ið altíð eru í einum akademiði. U19 og eykaliðið er sami hópur. So vit spældu steypakapping hjá U19, ið umfatar upp til sjey dystir og so spældu vit í 3.deild, sum er 4. besta deildin í Norra, sigur Daniel B. Hestad við Norðlýsið.
Vandu ymiskar skipanir
Vit spyrja eitt sindur inn til, hvussu eitt akademi hjá Molde er skipað, tá vit t.d. hugsa um ein reyðan tráð millum ungdómslið og liðið í bestu deildini.
– Tað veldst nakað um, hvør er venjari hjá besta liðnum. Tann sum var nú, Erling Moe, kendi eg væl, tí vit hava spælt saman, so vit høvdu góð sambond. Tað er týdningarmikið eftir mínum tykki, at teir næstbestu spæla sum besta liðið fyri at kenna leiklutir o.a. Men so kann tað henda, at besta liðið skiftir venjara. Í Molde var politikkurin tí, at vit skuldu spæla ymiskar skipanir fyri at læra leikararnir ymisk pláss. Men tað er ymiskt frá felag til felag.
– Í akademinum hjá Molde, har eini 8-9 fólk starvast fulla tíð, var okkara leiklutur at skapa leikarar til besta liðið. Nakrir komu ígjøgnum og spæla nú á besta liðnum hjá Molde, meðan nakrir nú spæla fyri onnur feløg í bestu og næstbestu deildini í Norra. Molde er sera gott til at keypa ungar góðar leikarar og so selja teir víðari. Vit skulu hava í huga, at í norskum høpi er Molde lítið øki, og tí er neyðugt at keypa leikarar fyri at verða so gott lið sum Molde er, sigur Daniel B. Hestad.
– Besta liðið og U19-liðið hjá Molde venja áleið eins nógv. Tað er hvønn dag í vikuni burtursæð frá einum frídegi. Vit hava eina skipan við skúlunum sum ger, at vit venja fyrrapart og so venja leikararnir styrkisvenjing um kvøldið viðhvørt. So eini seks venjingar umframt dyst um vikuna. Í pre-season nakað oftari.
Hevur vant Erling Haaland
Ein av heimsins bestu álopsleikarum í løtuni er Erling Haaland úr Manchester City, sum er greiður toppskjútti í Premier League. Hann spældi við Molde sum ungur og eisini nakrar dystir á U19-liðnum hjá Daniel B. Hestad, hóast hann alla sína tíð í Molde árini 2017-2019 hoyrdi til besta liðið.
– Erling Haaland er eitt dømi um ein ungan góðan leikara, sum Molde keypti fyri síðani at selja hann víðari. Hann var eitt sindur runt um ungdómsliðið, hóast eg ikki taki mær nógv av hansara suksess.
– Hann vandi nakrar ferðir upp undir dystir hjá okkum í U19. Eingin trúði uppá tað tíðspunktið (2017, blaðm.), at hann skuldi blíva so góður, sum hann bleiv. Hann hevði ein stóran eldhuga fyri fótbólti. Hann elskar at spæla fótbólt og so brennur hann fyri at skora mál. Og so blívur hann óður, tá hann ikki vinnur undir venjing, og tað er týdningarmikið. Tað er eisini týdningarmikið her í KÍ, at tað er munur á at vinna ella tapa.
– Hann vandi nógv eyka sjálvur. Serliga eftir venjingar so hevði hann skotvenjingar. Hann vandi styrkisvenjing, men ikki meir enn aðrir. Vit eru øll ymisk genetisk og har er hann heppin, sigur Daniel B. Hestad við Norðlýsið.
Vildi royna okkurt nýtt
Daniel B. Hestad hevur verið í Molde í nógv ár, men hví valdi hann at skifta Molde út við Klaksvík.
– Eg havi verið ungdómsvenjari í sjey ár, so eg valdi at royna nakað nýtt. At venja eitt vaksnamannalið kundi verið áhugavert. So spurdi mín vinmaður Magne Hoseth, um eg kom við honum, og so hugsaði eg, at eg skuldi fara við at hjálpa honum. Vit hava spælt nógv saman, men ongantíð arbeitt saman uttanfyri vøllin, so eg veit ikki ordiliga, hvat hann stendur fyri sum venjari, so tað er spennandi. So tú kanst ikki spyrja fyrr enn um nakrar mánaðir, hvussu hann er sum venjari. Hann hevur verið hjálparvenjari hjá einum venjara í Kristianssund, sum var sera autoriterur, so Magne hevur liva eitt sindur í skugganum av honum sum hjálparvenjari, sigur Daniel.
Eru vanir við kava
Í KÍ hevur venjingin í januar verið nakað darvað av m.a. av einum stórkava, men kavi er nakað, sum norsku venjararnir eru vanir við.
– Vit hava trupulleikar í Norra við kava eins og her. Vit hava eina lítla høll, sum tó ikki er fullur fótbóltsvøllur, men vit kunnu venja í øllum veðri. Vit eru vanir við kava um veturin, so hetta veðrið ávirkar okkum ikki. Tað er meir kavi í Norra. Men vit hava nógvar maskinir, sum koyra kavan burtur. Fyri at siga tað so, so er kommunan har betri til at koyra kavan burtur enn her, sigur Daniel við einum smíli.
– Vit høvdu vónað, at kunna vant, hóast kavi er. Men tá tað kemur so nógvur kavi sum tað var hesaferð í okkara aðru venjingarviku, sum eg skilji ikki er so ofta í Føroyum, so er tað trupult. Vit byrja longu við stórsteypadysti 25. februar, so tað er ikki so góð tíð, sigur hjálparvenjarin.
Verða partur av lokalsamfelagnum
Daniel letur væl at fyrstu tíðini í KÍ og Klaksvík.
– Fyrsta tíðin hevur verið góð. Tað eru fitt og blíð fólk, sum eru niðri á jørðini. Tað seta vit prís uppá. Vit eru nýggir og vita ikki so nógv um Føroyar. Men vit halda, at tað er týdningarmikið at vit blíva ein partur av lokalsamfelagnum og taka lut í tí so skjótt sum møguligt m.a. við at lesa lokalblaðið, sigur hann við einum smíli.
Kunnu blíva betri
– Føroyskur fótbóltur hevur ment seg nógv síðstu 5-10 árini. Tað sóu vit t.d., tá KÍ møtti Bodø/Glimt, sum er eitt sera gott lið. KÍ trýsti teir í botn her í Klaksvík. Tað er góður hugburður millum leikararnir og vit hava lagt dent á, at skula arbeiða fyri hvørjum øðrum. Hesin hópurin hevur potentiali at taka nýggj stig við menningini óansæð, um teir eru 35 ella 18 ára gamlir. Eg spældi til eg var 40 ár, og fleiri søgdu, at eg spældi mítt besta, tá eg var 38-39 ár, hóast eg ikki eri samdur í tí. Men tað er ongantíð ov seint at menna seg. Tí hóast man blívur seinni við føtrunum, so kann man blíva skjótari við tankagongdini í høvdinum.
– Vit vandu fimm ferðir fyrstu vikuna, men tað var á markinum til, hvussu nógv man kann hava fríð. Ætlanin er at venja fimm ferðir umframt at spæla ein dyst um vikuna. Men vit mugu gera tað stig fyri stig og sleppa undan tyngdarskaðum. Men vit mugu eisini blíva harðførir, so vit tola nógvar dystir, tí tað er týdningarmikið, sigur Daniel B. Hestad at enda við Norðlýsið.
Daniel B. Hestad
Land: Noreg
Aldur: 47
Feløg: Molde (Noreg) og Herenveen (Holland)
Meistaraheiti: 3 (2011, 2012 og 2014, øll í Molde)
A-landsdystir: 8
Met: Flest dystir í bestu norsku deildini
Royndir sum venjari: U19-venjari hjá Molde 2016-2022



