Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mong hava keypt í dag

(Erik Biskopstø)

Í dag er seinasti dagur, áðrenn prísurin á atgongumerkjum til Summarfestivalin fer upp. Tí hava mong nýtt høvi til at keypa til alla familjuna í dag.

Um alt landið hava Shellstøðirnar havt úr at gera við at selja atgongumerkir til Summarfestivalin. Tá ið vit vóru á gólvinum hjá Shell í Klaksvík í áðni fóru nógv atgongumerki yvir diskin.

Hetta var ikki gamalt, at føroyingar keyptu í góðari tíð, men tá ið talan er um t.d. Summarfestivalin eru tað mong, sum hava valt at tryggja sær eitt atgongumerki í góðari tíð.