Tann fyrra av tveimum kann man siga, tá KÍ tekur ímóti EB/Streymi/Skála í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.
Talan er um dyst millum tey bæði liðini, sum hava kappast um steypini seinastu árini, har KÍ hvørja ferð hevur drigið longra stráið. Í landskappingini er EB/Streymur/Skála frammanfyri við trimum stigum, men tað kemst av, at KÍ hevur spælt ein dyst færri. Liðini hava spælt ein dyst móti hvørjum øðrum fyrr í ár og tann dysturin endaði við 3-3 javnleiki við Margáir. Annars hava bæði liðini vunnið allar sínar dystir.
Talan er um fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, men helst vera hesar báðar hálvfinalurnar tær, ið koma at avgera, hvør vinnur steypakappingina í ár, tí útfrá stigatalvuni í ár og seinastu árini, so eru hetta klárt tvey tey bestu liðini í Føroyum. Ein kann siga, at talan helst er um moralsku steypafinalurnar. Seinna hálvfinalan verður leikt við Margáir um ein mánaða.
Bæði liðini hava fingið styrk í mun til dystin í landskappingini. Hjá KÍ er Eyðvør Klakstein komin heim aftur úr Spania, har hon veruliga gjørdi um seg í næstbestu sponsku deildini, og hon fekk spæliloyvið uppá pláss í gjár. Hjá EB/Streymi vóru liðskiparin Fríðrún Olsen, toppskjúttin Margunn Linholm og Kára Djurhuus, ið allar eru í brottohópinum hjá kvinnulandsliðnum, ikki við í 3-3 dystinum. Tær eru allar tøkar hesaferð, skrivar EB/Streymur. Bæði hjá EB/Streymi og Skála tykist stórur áhugi vera fyri hesum dystinum, og tað er tað eisini í Klaksvík, so helst kunnu væntast nógvir áskoðarar.
Dysturin í Klaksvík sunnudagin kl. 12.30 og dómari verður Arni Rasmussen.




