Amerikanski íløgubankin Morgan Stanley, hevur gjørt eina greining av Kaupthing Bank.
Morgan Stanley: Kaupthing Bank bestur í Norðurlondum
Amerikanski íløgubankin Morgan Stanley, sum er millum 10 teir størstu bankarnar í heiminum, hevur gjørt eina greining av Kaupthing Bank. Niðurstøðan er greið. Av norðurlendsku bankunum er Kaupthing Bank áhugaverdast at gera íløgu í.
Kaupthing partabrævið hevur staðið seg framúr væl í seinastuni. Síðani Kaupthing Bank bjóðaði út nýggj partabrøv í november, er kursurin hækkaður 35%. Kortini kann kursurin hækka enn meira.
Morgan Stanley metur, at leiðslan í Kaupthing Bank tekur fult fyrilit fyri teimum avbjóðingum, sum hava merkt bankan í seinastuni.
Raksturin hjá Kaupthing Bank er alsamt vorðin minni tengdur av íslendska búskapinum. Í 2006 stóð íslendski marknaðurin fyri 37% av inntøkunum, men í 2007 fer hesin parturin av samlaðu inntøkunum væntandi at lækka til 25%. Harumframt metir Morgan Stanley, at alsamt minni sannlíkindi er fyri, at íslendski búskapurin fær eina harða lending eftir ovurupphitaðu búskaparstøðuna, sum hevur verið.
Nú helmingurin av evropisku bankunum hava kunngjørt roknskap fyri 4. ársfjórðing, sæst, at inntøkurnar frá virðisbræva- og gjaldoyrahandli hava verið góðar. Aðrir norðurlendskir bankar hava staðfest, at útlitini fyri hesum virkisøkinum eru framúr bjørt í 2007. Tað sama metir Morgan Stanley. Kaupthing Bank hevur gjørt stórar íløgur í hetta virkisøkið í 2006, serliga í Danmark og Bretlandi, og longu í 4. ársfjórðingi sást ávøkstur av hesum íløgum. Mett út frá bjørtu útlitunum fer hetta økið at standa seg enn betur í 2007. Morgan Stanley metir hetta vera sera jaligt fyri raksturin hjá Kaupthing Bank.
Sambært Morgan Stanley fara íleggjarar at síggja, at lutfallið millum vinningsmøguleikin og váðan er bøttur. Kaupthing Bank er enn rættiliga ókendur fyri altjóða íleggjarar, men miðvís stig verða áhaldandi tikin fyri at betra hetta, og tað eigur at stimbra kursgongdina. Morgan Stanley skrivar eisini, at: "As a result we believe that this is a very attractive entry point to buy into a solid business-model with superior earnings growth that has proven to be stronger for longer."




