Danski landsliðsvenjarin reistist úr stólinum í sjónvarpsstudio hjá TV2 sportinum – gjárakvøldið beint áðrenn sendingin skuldi í luftina og rýmdi.
Eftir tapið móti Spanien eru tað alt fleiri sum seta spurnartekin við landsliðsvenjaran – men sjálvur ynskti hann ikki at svara spurningar um sína egnu framtíð.
"Det vidner om en landstræner, der er blevet forkælet af pressen i mange år. En landstræner, der har været vant til, at Morten Olsen bliver behandlet på lige fod med, jeg havde nær sagt Kronprinsen," segði Henrik Qvortrup, chefredaktør á Se & Hør, við TV 2 Sporten.
Sjálvur heldur Mortan Olsen ikki at framferðarhátturin hjá honum var løgin.
"Jeg forlod ikke noget interview. Der blev ikke noget interview," segði Morten Olsen í morgun við TV 2 Sporten beinleiðis úr venjingarleguni hjá danska landliðnum.
Hann vildi ikki svara spurningum um sína egnu støðu og generatiónsskifti á landsliðnum og tí vildi hann ikki vera við í samrøðuni.
Sí sjónvarpssamrøðu við Mortan Olsen her:




