Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Moskva vil ikki loyva Skálabergi at lætta akker

John William Joensen

Í morgun er manningin á Skálabergi kunnað um at enn røkist einki fyri eini loysn og í stuttari viðmerking sigur Hanus Hansen at verður eingin loysn funnin heilt skjótt so verða mennirnir sendir heim við flogfarið.

Sum Norðlýsið skilir er málið endað aftur í Moskva og tí verður arbeitt við at flúgva 28 mans heim.

Ætlanin er at tíggju mans skulu verða eftir hjá skipinum, meðan restin, 28 mans, verða sendir heim við flúgvara.

Tað ljóðar at russiskir myndugleikar ætlað at binda Skálaberg við bryggjuna og tað kundi verði tekin um at málið kemur at taka tíð.

– Reiðarin Hanus Hansen sigur fyri løtu síðan at enn hevði hann ikki uppgivið at finna eina loysn á málinum, men at teir samstundist arbeiddu við at fáa manningina heim.

Málið um Skálaberg er ein katarstrofa fyri viðurskiftini millum Føroyar og Russland.