Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Møta borgarunum, har teir eru – á bygd og í bý

Signhild V. Johannesen

Klaksvíkar kommuna er ein fjølbroytt og stór kommuna í føroyskum høpi. Í Klaksvík búgva umleið 5000 borgarar og í bygdunum rundan um okkum umleið 200. Tørvir og ynskir eru ymisk, ikki bara ímillum bygd og bý, ung og eldri, mann og kvinnu, men ímillum flest øll menniskju eru tørvirnir og ynskini ymisk.

Tá valið er av, kann ein politikari velja at setast handan fýra veggir, ella at kann koma út og vera ein partur av fólkinum í kommununi. Skal arbeiðið handan veggirnar geva meining, so haldi eg tað vera umráðandi, at koma út millum fólk. At lurta eftir stúranum, ynskjum og dreymum fyri framtíðina hjá fólkinum og vinnuni á staðnum. Hetta havi eg, í so stóran mun tað hevur latið so gjørt, lagt meg eftir í mínari tíð í Klaksvíkar býráði, og tað ætli eg mær framhaldandi at gera, verði eg afturvald á valinum 10. novembur.

Sum politikari verður tú vald/ur at umboða fólkið, og fólk eru ikki statisk. Tað, sum hevði týdning á valdegnum, er kanska ikki tað týdningarmesta árið eftir. Fólk eru eisini ymisk. Tað, sum hevur týdning fyri ungu kvinnuna í Klaksvík, er helst ikki tað týdningarmesta fyri gamla mannin á Húsum. Tí leggi eg dent á at koma út til tiltøk og samveru við borgarar við jøvnum millumbilum bæði í býnum og úti í bygdunum. At møta borgarunum, har teir eru.

Eingin skal raðfestast hægri ella lægri, í mun til tørv, enn ein annar. Av bygd í bý eru øll líka týdningarmikil. Øll hava vit notið gott av hvør øðrum, og ongin kann vera ein annan fyri uttan.

Soleiðis ert tú sum politikari alla tíðina dagførd/ur um, hvat rørir seg í kommununi, og hvørjum tørvur er á at arbeiða fyri.

Ein kommuna og tey, sum umboða kommununa, eiga ikki at vera stirvin og læsa seg føst í ávísum, men heldur vera fjølbroytt, rúmlig, lurta og viðurkenna.

 

Signhild V. Johannesen, valevni á lista C

 

Harleywoodpaint