Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mótasýning og Joan Ørting á Hotel Føroyum

Hannefía Joensen

Í samband við at Joan Ørting heldur fyrilestur á Hotel Føroyum leygarkvøldið 28. apríl, verður eisini mótasýning við Malan á Lofti, Siri og Royal Hárfríðkan, samstundis sum Guðrun & Guðrun vísur síni klæðir fram.

Lagt verður upp til eitt spennandi og hugnaligt kvinnukvøld á Hotel Føroyum, leygarkvøldið 28. apríl. Umframt at Joan Ørting kemur at hava eina fyrilestur undir heitinum “Meira av tí góða”, so verður eisini mótasýning og framsýning við kendum føroyskum sniðgevum, undirklæðum og tí nýggjasta innan hármóta. Malan á Lofti, sum dagliga arbeiðir uttanlands, kemur við sínari summarkollektión, Siri vísir tað nýggjasta og besta innan undirklæðir og Royal Hárfríðkan vísir tann nýggjasta hármótanum. Atgongumerkir er at fáa hjá Siri og frisørstovum runt landi. Tað er avmarka atgongd.