Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mótasýningin á Føroya Húsarhaldsskúla

Oliver Joensen

Nógv fólk nýttu høvið at vitja mótasýningina á Føroya Húsarhaldsskúla kl. fimm ídag. Mótasýningin verður aftur kl. 19 og 20.30. – Eitt gott høvi at vitja skúlan.

 Tað var forvitnisligt at síggja næmingarnar á Húsarhaldsskúla Føroya  á catwalk i klæðum, tær sjálvar høvdu framleitt ímeðan tær hava verið á skúlanum í vetur. Hetta er sjálvandi bert ein lítil partur av tí næmingarnir hava framleitt og fingið burturúr.

Handarbeiðsliði parturin kann síggjast á framsýningini, har alskyns klæðir lutir vera framsýnd. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá teimum, ið hava hug at fara á húsarhaldsskúla, at vitja skúlan. Framsýningin verður opin alla vikuna.

Mótasýningin verður sum sagt aftur seinni í kvøld, kl. 19 og 20.30.

Torraskráin heldur annars fram í kvøld, tá Kjartan Hoydal fer at leggja fram kl. 19.30.

Harleyfacadeacryl