Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mótmæla í fleiri londum

Tíðindaskriv

Samstundis sum mótmælistiltak verður í Havn leygardagin, mótmæla útisetar eisini í fleiri býum uttalands.

Samstundis sum mótmælistiltak verður í Havn leygardagin, mótmæla útisetar eisini í fleiri býum uttalands.


“Vit eru nógvir útisetar, sum sita rastleysir og ynskja, at vitkundu verið við til mótmælistiltakið á Vaglinum leygardagin”, sigur Enter Føroyar, sum er bólkur av føroyskum útisetum.

Tí skipar bólkurin fyri mótmælistiltøkum í Keypmannahavn, Reykjavík, München, Århus, Odense og Esbjerg – og bólkurin vónar, at fleiri býir leggjast afturat.

Føroysku útisetarnir vilja standa saman við mótmælisfólkunum í Føroyum og vísa á, at tað, sum fer fram á politiska pallinum í Føroyum í hesum døgum, ikki kann góðtakast. Tey taka undir við nógvum av føroysku fakfeløgunum, ið halda, at tað, sum gongur fyri seg á politiska pallinum, er ørkymlandi. Fakkunnleikin verður ikki virdur, og týdningarmikil mál verða ikki viðgjørd við tí álvara, sum tey hava uppiborið, men í stóran mun tagd burtur.

“Vit stúra fyri framtíðini í Føroyum. Fólkaræðið stendur fyri falli, og hetta kunnu vit sum føroyskir útisetar og møguligir komandi borgarar í Føroyum ikki góðtaka”, sigur bólkurin av føroyskum útisetum.

Skráirnar fyri mótmælistiltøkunum í ymsu býunum verða lagdar út á Facebook í dag og í morgin. Felags fyri øll mótmælistiltøkini er, at tey byrja kl 14.00 føroyska tíð.

Bólkurin av útisetum, ið er óheftur politiskt, heitir á útisetar um allan heim at skipa fyri mótmælistiltøkum leygardagin.

“Býrt tú í einum landi ella býi, har onki mótmælistiltak enn er fyriskipað leygardagin, og kundi tú hugsað tær at mótmælt? Jamen so ger tað! Skipa fyri einum mótmælistiltaki sjálv/ur”, er áheitanin frá bólkinum.

Tey heita í hesum sambandi á fólk um at venda sær til bólkin Enter Føroyar, um tey vilja hava hjálp við fyriskipanini í sínum býi ella landi.

Til ber at kunna seg meira um tiltøkini her: 

https://www.facebook.com/events/414465405330942/?fref=ts

Harleywoodpaint