Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mótmæli ímóti burturflyting av børnum

Oliver Joensen

Javni mótmælir og átalar harðliga ætlanunum um at flyta børn við breki í Mjørkadal. Ætlaninar stríða beint ímóti grein 19 í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Tíðindaskriv 4. novembur 2009
Javni er skelkað av ætlanunum hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, at flyta børn við breki í Mjørkadal at búgva. Hetta er so langt úti, at vit hava ikki orð fyri tí. Samstundis fegnast Javni um, at fleiri tingfólk tóku til orðana í tinginum í dag og mótmæltu ætlanini.
ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek er komin í gildi í Føroyum. Sáttmálin sigur greitt, at fólk við breki skulu verða tikin upp í samfelagið. Limalondini viðurkenna rættin hjá øllum fólkum, ið bera brek, at liva í samfelagnum á jøvnum føti við onnur og við somu valmøguleikum. Limalondini skulu tí taka munagóð og hóskandi stig til at lætta um hjá fólki, ið bera brek, so tey til fulnar fáa ágóðan av hesum rætti, verða fult og heilt tikin upp í samfelagið og kunnu verða fult og heilt við í samfelagnum.
Javni fer at kanna um slík burturflyting er brot á ST sáttmálan. Um so er, verður neyðugt hjá Javna at boða frá til ST, at Almannaráðið brýtur sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum Føroyar við løgtingssamtykt hava bundið seg til at halda.

Rúna Sivertsen, dagligur leiðari Fríðbjørg Hammer, næstformaður