Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mótmælisundirskriftir handaðar borgarstjóranum

klaksvik.fo

Archibald Black var í dag og handaði borgarstjóranum mótmælisundirskriftir, har tey mótmæla staðsetingini av nýggja húsarhaldssskúlanum. Í alt vóru 1.460 mótmælisundirskriftir savnaðar og handaðar borgarstjóranum.

Endamálið við mótmælisskrivinum, er at heita á Klaksvíkar býráð, um at finna aðra staðseting til Føroya Húsarhaldsskúla. Stigtakarnir siga eisini, at endamálið ikki er at steðga arbeiðinum við einum nýggjum húsarhaldssskúla, men heldur at økið á Biskupsstøð verður varðveitt sum eitt søguligt varðveitingarøki.

Borgarstjórin, Karl Johansen, var blíður, tá ið hann tók ímóti undirskriftinum og takkaði stigtakarunum fyri.