Í góðveðrinum nú um dagarnar vitjaði eg Alfred Olsen í Vestmanna. Úr stovu hansara er útsýnið frálíkt, og tú sært gamla postbátin Ólav liggja fyri teymi. Síðan 1949 hevur Alfred átt farið einsamallur. Jógvan Hansen í Skálum smíðaði Ólav á skipasmiðjuni í Vestmanna i 1930.

Longu í 1945 fór Alfred Olsen at sigla um Vestmannasund við deksfarinum Ólavi, og sum hann greiðir frá, setir kona hansara kakur á borðið og skeinkir kaffi. Hóast Alfred er komin væl til aldurs, er hann framvegis virkin. Siglir eitt nú til Slættanesar eftir seyði, og tá ið bátastevna er, siglir aldursforsetin Ólavur fremstur av Fútakletti inn á Vestmanna. At fáa sær at kóka hevur hann eitt fýramannafar.
Tá ið tú – eftir at hava sitið væl og leingi – takkar fyri teg og skal fara, gevur Alfred tær eina mynd við motorbátum, sum farnir eru á ólavsøku tíðliga í 1960-árunum. At enda fært tú hann at greiða frá, hvørjir bátarnir eru:
Innast liggur Borgarklettur, síðani Toftafossur, Berghild, Nólsoyar Páll og Ólavur uttast. Fýra teir seinastu eru framvegis til: Toftafossur í Hósvík, Berghild (nú Ebbe) stendur uppi á landi í Havn, Nólsoyar Páll í Klaksvík og Ólavur í Vestmanna.
Mynd: Alfred Olsen
Óli Olsen