Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Motown fimmti ár

(Erik Biskopstø)

Í hesum døgum eru fimmti ár síðani slóðbrótandi plátufelagið Motown sá dagsins ljós.

Motown varð stovað í Detroit, Michigan, sum er motorbýur burturav í USA – harav navnið Motown (Motor Town).

Motown-tónleikurin var ein sonn kollvelting innan poptónleik, og heimurin var ongantíð tann sami aftur. Har komu stjørnur og hitt í einum samlibandi, eins og hjá bilverksmiðunum.

Í sambandi við at Motown rundar tey fimmti, ger Gunnar Nolsøe eina serliga temasending um Motown í Metro í dag kl. 17.05