(Metingar) Vit eru í endaspurtinum og enn bendur alt á, at Víkingur fer avstað við meistaraheitinum.
Nú eru bara 18 stig eftir at spæla um í Effodeildini. Framvegis bendur alt á, at Víkingur vinnur FM og at 07 Vestur flytur niður saman við ÍF. Víkingur er 5 stig frammanfyri KÍ og 07 Vestur er 7 stig aftanfyri tey nærmastu, sum eru Skála og EB/Streymur. Soleiðis hevur tað sæð út í nøkur umfør, og tað tykist ikki broytast. Umførini fækkast og tað blívur truplari og truplari hjá liðum at innheinta tey frammanfyri.
ÍF-B36
ÍF er bara í ástøðinum ikki flutt niður. 14 stig eru upp og bara 18 stig eru eftir at spæla um. Liðskiparin Bogi R. Petersen hevur leikbann, so uppgávan er trupul. Nú er spurningurin, um ÍF fer at geva upp og bara slappa av seinastu umførini ella um liðið fer at geva hinum liðunum mótstøðu. Hjá B36 hevur Tórður Thomsen leikbann. B36 vann seinast við máli í síðstu løtu og árstalsfelagið er framvegis við í kappingini um FM. B36 hevur á pappírinum lættastu skránna eftir og kann tí vinna nógvar av seinastu 6 dystunum og tískil nærkast 1. plássinum, hóast munurin upp nú er 7 stig. B36 er greiður favorittur í Fuglafirði. Tipping: 2 (0-2)
07 Vestur-Skála
Hetta er kanska síðsti møguleiki hjá 07 Vestur. Heimaliðið hevur 7 stig upp til næstu liðini og tey eru Skála og EB/Streymur. Vinnur 07 Vestur ikki hendan dystin, so vera bara 5 umfør eftir at vinna munin innaftur, og tað kann blíva ómøguligt. Hetta eru dystirnir, har Skála plagar at hava størri trupulleikar enn móti topp 5 liðunum (13 av 23 stigum eru komin móti topp 5), men vit minnast eisini frá í fjør, at tá Skála spældi líknandi dyst um sama tíðspunkt móti AB á útivølli, so vunnu skálamenn. Skála vísti í Runavík, at liðið er væl fyri, og tá 07 Vestur bara hevur vunnið ein dyst á heimavølli, sum var ímóti botnliðnum ÍF, so kann hesin dysturin tað sama enda við útisigri sum einum javnleiki. Tipping: 2 (1-2)
TB/FC Suðuroy/Royn-NSÍ
Heimaliðið tapti móti HB, og eftir summarsteðgin er ÍF einasta liðið, sum suðuroyingar hava vunnið ímóti. NSÍ fekk enn einaferð at merkja, hvussu trupult teir hava tað móti Skála í ár. NSÍ liðið var nógv skert til dystin, men hesaferð vera fleiri av leikarunum við aftur. NSÍ er helst úti av FM stríðnum og hevur tryggjað sær luttøku til Europa næsta ár. Tí er spurningurin, hvat hendir seinastu umførini. Eftir eitt tap hevur liðið neyvan trupulleikar við at reisa seg og tá hesi liðini spæla í Trongisvági, so plagar NSÍ at vinna teprar sigrar. Tipping: 2 (1-3)
HB-Víkingur
Hetta er ein áhugaverdur dystur millum tvey lið, sum hava nógv at spæla fyri. HB hevur ikki so langt upp til Europa League pláss, meðan Víkingur skal halda frástøðuna uppá 5 og 7 stig niður til KÍ og B36. Hjá HB fór Aleksandar Stankov út við skaða móti TB/FC Suðuroy/Royn, men Sebastian Pingel er tøkur aftur eftir leikbann. HB hevur fingið góð úrslit í longri tíð og hevur bara mist stig móti ÍF eftir summarsteðgin. HB hevur fingið 4 av 6 møguligum stigum móti Víkingi. Víkingur hevur vunnið tríggjar dystir á rað, og hevur eisini bara tapt ein dyst eftir summarsteðgin. Vit eru í endaspurtinum, og tá bendur nógv á, at royndu Víkingarnir vaksa við uppgávuni eins og vit sóu í fjør og hesi seinastu umførini. Tá mest stendur á, so hevur Víkingur sum oftast nakað eyka í mun til hini liðini. Liðið hevur nógvar royndar leikarar, sum allir hava roynt at vunnið kappingar fleiri ferðir og vita, hvat skal til. Vit sóu í endaspurtinum t.d. í fjør, at tá Víkingur fór til Tórshavnar at spæla móti HB, so vunnu teir ein tepran 1-0 sigur. Víkingur er favorittur, bæði útfrá stigatalvuni og tí liðið avrikar so væl undir slíkum umstøðum sum hesum, nú trýst er á. Tipping: 2 (1-2)
KÍ-EB/Streymur
KÍ hópurin byrjar at blíva betri mannaður enn leingi. Tað sóu vit við at hyggja eftir beinkinum móti ÍF. Skaðarnir eru færri og bara Jóannes Bjartalíð er nær við einum leikbanni. KÍ spældi ein góðan dyst móti ÍF, men tað var uppá bíliga bakgrund, tí ÍF er langt aftast í deildini. KÍ skapar nógvar møguleikar fyri tíðina, men nógvir blíva eisini misnýttir. Móti EB/Streymi fær liðið neyvan eins nógvar møguleikar sum móti teimum báðum niðastu liðunum, tí EB/Streymur er væl skipað. EB/Streymur, har miðverjin Andras Olsen hevur leikbann, tapti í yvirtíðini seinast móti B36 og hevur eisini vunnið á KÍ fyrr í ár og var nær við at fáa javnleik í Klaksvík. Tí verður hetta helst ein spennandi dystur, har KÍ fer at sita á spælinum, men har EB/Streymur, sum er kent fyri at arga tey bestu liðini, fer at verja væl og so hótta uppá snarálop, har liðið hevur fleiri vandamiklar leikarar. Kanska er 1-0 eins og í fyrra dystinum í Klaksvík eitt gott boð uppá eitt úrslit. Tipping: 1 (1-0)




