Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttakararnir hjá Televarpinum ganga sum heitt breyð

Oliver Joensen

Hóast ikki varð rokna við stórari sølu í Klaksvík í byrjanini, orsakað av at mett var at sera nógv fólk í Klaksvík frammanundan høvdu parabolskipan, so hava móttakararnir hjá Televarpinum gingið sum heitt breyð ídag.

Pól Sundskarð, økisleiðari hjá Føroya Tele í Klaksvík sigur, at tey eru ovfarin av móttøkuni, sum Televarpið hevur fingið í Klaksvík. Tá vit tosaðu við Pól um trýtíðina ídag, týsdagin, segði hann at teir longu tá høvdu selt meira enn 60 móttakarar hjá Televarpinum. Pól Sundskarð sigur víðari, at útgerðin er so mikið brúkaravinarlig, at tey flestu velja at seta útgerðina upp sjálvi.

Harleyfacadeacryl