Móttøka verður í Badmintonhøllini kl. 21.00 fyri Mjølnir, ið hevur sett met við fimm FM á rað.
Eftir at Fleyr hevði víst tenn, vístu Mjølnir hvar skápið skal standa.
Teir tóku seg um reiggj, og við sannførandi spæli, góðum blokki og smashi vunnu teir dystin 15-12.
Móttøka er í Badmintomhøllini kl. 21.00 í kvøld, har møguleiki er fyri at heilsa upp á Gullvinnararnar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit á Norðlýsið ynskja Mjølnir hjartaliga tillukku við FM heitinum.




