Eins og vanligt verður móttøka í kappróðrarneystinum, tá bátarnir koma aftur frá Vestanstevnu í kvøld.
Bátarnir hjá KRF stóu seg væl í dag á Vestanstevnu í Sørvági. Tríggir av fýra fingu heiðursmerki og bæði Fípan Fagra við barnaróðri og Nevið Reyða hjá monnum vunnu sínar róðrar. Væntandi vera bátarnir í Klaksvík kl. 20.30. Tá verður neystið opið, har suppa verður at fáa. Øll viðhaldsfólk hjá KRF eru hjartaliga vælkomin.


