Øll kunnu ikki verða nummar 1, men øll eru tit vinnarar við at luttaka og harvið halda okkara tjóðarítrótti livandi og á einum støði, sum eggjar øðrum at halda áfram, segði Signhild V. Johannesen í røðu síni.
Tekst & Myndir: Dávur Winther
Í dag kl. 16 var móttøka fyri Klaksvíkar Róðrarfelag í býráðshøllini. Meir enn 200 fólk møttu upp, har manningarnar á Fípuni Føgru og Nevinum reyða, sum gjørdust føroyameistarar, vórðu heiðraðar.
Varaborgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini hildu røðu. Eisini helt forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelag, Jórun Høgnesen røðu, har hon ynskti vinnarunum til lukku og takkaði fyri eitt gott kappingarár
Eisini takkaði Ísak Mikladal vegna Klaksvíkar Róðrarfelag fyri eitt gott róðrarár, og hann takkaði eins og Jórun fyri góða samstarvið, tey høvdu havt við Klaksvíkar kommunu, og vóru tey spent uppá komandi tíðir, har felagið saman við kommununi fer at evna eina tórvslýsing fyri nýggjari bygging av kappróðrarneysti í miðbýnum.
Allar manningarnar fingu handað minnismerki frá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Síðani varð boðin ein kaffimunnur við vøkrum lagkøkum – eina fyri Fípuni Føgru og eina fyri Nevinum reyða.
Heiðursløta fyri kappróðrarmanningunum – Røða hjá Signhild V. Johannesen
Havi áður sagt við róðrarfólk, tit skulu stíla høgt, sikta eftir mánanum og í ringasta føri lenda tit ímillum stjørnurnar.
Tit hava siktað høgt, tit eru lend ímillum stjørnurnar og tit hava skrivað tykkara avrik í søguna hjá Klaksvíkar kappróðrafelag.
Vit kunnu ikki annað enn vera errin og fegnast um tykkara fantastiska róðrarúrslit fyri árið í ár.
Nevið Reyða Føroyameistari við 47 stigum
Fípan Fagra Føroyameistari við 45 stigum
Eisini megnaði Fípan Fagra við barnaróðurinum at vinna Ólavsøku róðurin.
Øll kunnu ikki verða nummar 1, men øll eru tit vinnarar við at luttaka og harvið halda okkara tjóðarítrótti livandi og á einum støði, sum eggjar øðrum at halda áfram.
At náa góðum úrslitinum, við kørmum, sum so avgjørt kundu verið betri, er eisini heilt fantastiskt. Tað vil siga, at tit við tykkara stríðsanda, vilja og samanhaldni gera tað lætt fyri kappróðrarfelagið saman við Klaksvíkar kommunu, at fara undir arbeiðið við einum nýggjum kappróðrarnesti.
Fyri okkum sum fólk og bý, hava góðu úrslitini tit náa, stóran og savnandi týdning. Tað skapar eisini samanhald og stoltni ímillum fólki, ið her býr. Vit kenna okkara samleika enn sterkari, og vit vilja bara náa meir.
Eg veit frá mær sjálvari eitt sindur um alla orku og allan vilja og alla ta tíð, tit leggja í kappróðurin. Eg var sjálv so heppin at verða ein av manningini umborð á kappróðarabátin Páll Fanga árið 1986.
Eftir harða venjing og gott samanhald vunnu vit og fyri fyrstu ferð í fleiri áratíggir vann ein bátur hjá Klaksvíkar kappróðarfelag róðurin á Norðoyastevnu.
Tá eins og nú vóru nógvar kenslur uppá spæl. Fagnarrómur saman við gleðistárum var millum annað tað, vit upplivdu.
Men sum føroyski tónleikabólkurin Chase sungu, “Einki er sum fyrstu ferð”, so var Norðoyastevnan 1986 nakað heilt serligt fyri okkum, sum mannaðu Páll Fanga.
Eisini eydnaðist tað okkum at gerast FM- vinnarar tað árið. Eitt ár merkt av treiskni, harðari venjing og ikki minst góðum samanhaldi.
Tá eins og nú vóru vit væl bakkað upp av lokalum kreftum, uttan tey hevði møðin kenst enn størri. Í dag hava tit eisini góðan stuðul frá familju, vinum og kappróðraráhuganum. Uttan øll tykkum, sum leggja orku, tíð og allan áhugan í felagið og fólkini, ið manna bátarnar, høvdu vit ikki nátt so góðum úrslitum, stóra takk til tykkum øll.
At rógva er meir enn bara at íðka, í kappróðri er neyðugt at manningin rør væl saman. Báturin má hava eitt gott áralag.
Tað at standa saman og hava felags stev, tað at hava gott áralag, er eisini neyðugt í lívsins viðurskiftum, um man skal vinna framá.
Eins og hjá kappróðrarbátinum, so er eisini neyðugt hjá føroysku tjóðini, um hon skal vinna framá, at vit ikki rógva í hvør sínum lag, men rógva saman, hava gott áralag.
Tit læra at arbeiða saman, at verða partur av einum felagsskapi. Tað koma bæði tit sum einstaklingar og vit sum samfelag at njóta gott av.
Hjartaliga til lukku Fípan fagra, barnaróður, Fípan Fagra, dreingir og Nevið reyða!
Takk fyri!
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini




