Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka fyri Klaksvíkingi”

Tíðindaskriv

 Í dag var móttøka í býráðshøllini fyri Klaksvíkingi og hinum manningunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum eisini hava klárað seg væl í hesum kappingarárinum.

 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentantnarnevndini helt røðu fyri kappróðarfólkunum og handaði teimum ein kekk. Forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelag, Jórun Høgnesen helt eisini røðu og handaði rógvarunum heiðursskjal.

 

Eftir móttøkuna gekk leiðin til Viðareiðis, har døgurði er fyri kappróðrarfólkunum  á Hotel Norð. Seinni í kvøld verður fýrverk í Klaksvík fyri kappróðrarfólkunum so tey kunnu síðan halda sær at gleimi eftir góða kappróðaraárið hjá teimum.

 

Mongu flottu steypini vóru eisini sýnd fram – og Klaksvíkingur fekk enn eina sigursferð runt um í Klaksvík.

Harleywoodpaint