Man kann ikki siga annað enn, at lív er á vánni og á Pollinum, her síggja vit risastór og smærri fiskifør, alibátar, risastór ferðamannaskip, stuttleikabátar og ikki minst tykkum í kappróðrarbátunum. Tit eru ein sera vøkur býarmynd.
Røða, sum Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri helt fyri róðrarfólkunum í býráðshøllini í dag:
Góðu kappróðarfólk, venjarar, nevndarlimir – og øll tit, sum altíð eru til reiðar at lyfta saman við felagnum.
Allir Klaksvíkingar og onnur við, eru stolt av tykkum.
Nú búgvi vit soleiðis fyri, at eg havi møguleika at fylgja tykkum úr stovuvindeyganum, og eg má siga sum er, tað er næstan ikki komið fyri í ár, at eg fari oman at stovuvindeyganum, og eg ikki síggi tykkum við vøkru bátum tykkara, summir við árum í bekk og aðrir liggja og damla og tosa um hvussu bestu úrslitini kunnu náast og áralagið blívur betri og ferðin skjótari fyri hvønn dag. Tað er hugaligt.
Man kann ikki siga annað enn, at lív er á vánni og á Pollinum, her síggja vit risastór og smærri fiskifør, alibátar, risastór ferðamannaskip, stuttleikabátar og ikki minst tykkum í kappróðrarbátunum. Tit eru ein sera vøkur býarmynd.
Tað var ein so vøkur mynd vit sóu á portalinum hjá Norðlýsinum av øllum fjølmenta, vakra og eldhugaða hópinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Og um vit nevna allar bátarnar, sum hava verið umboðaðir í hesum kapppingarárinum, so eru tað ikki færri enn sjey manningar, í barnaróðrinum: Fípan Fagra við gentum og Tekla við dreingum. Í FM róðri eru tað, Fípan Fagra, bæði við dreingjum og kvinnum, Tekla við kvinnum, Páll Fangi við kvinnum og Nevið Reyða við monnum.
Tað hevur í ár, enn einaferð verið fantastiskt fylgt tykkum, sjálvt um 10-mannafarið ikki bleiv mannað í ár. Tað verður næsta ár.
Tit hava verið í fantastiskari venjing í ár, sum úrslitini eisini vísa – allir bátarnir hava fingið heiðursmerkir.
Ja, sjálvt um Nevið Reyða onkra róðrarstevnu bert hevur róð við sjey árum, so gjørdi tað ikki mun, og tað var um reppið, at tit ikki gjørdust nummar eitt tann róðurin, tað er flott og sigur hvussu nógvar kreftir eru í tykkum og hvussu nógva orku tit kunnu og vilja legga í, tá á stendur. Hetta kemur man ikki sovandi til.
Eg eri ómetaliga fegin um, at vit, sum fiskivinnuhøvuðstaður ella sjómannahøvuðstaður, kunnu halda fast við tjóðarítrótt okkara, sum er kappróðurin.
Takk øll tit, sum í summar hava lagt so nógva orku í hesa ítróttargrein og serliga hugaligt at síggja, at so nógv ung eru við. Her hugsi eg serliga um barnaróðurin, sum hevur fingið fleri heiðurmerkir, eg vil bara eggja tykkum til, at halda fram og royna at fáa onnur við. Seta vit ikki við, ja, so fer hugurin og felagið doyr.
Tað hevur eisini almiklan týdning, at Klaksvíkar Býráð heldur síni lyftir, tá tað kemur til at hava góðar høliðsumstøður.
FM-vinnararar í ár blivu Fípan Fagra við dreingjum og Nevið Reyða við monnum, virkuliga flott.
Tað kennist ómetaliga gott, at vinna so nógv heiðursmerki og steyp úr høvuðstaðnum til Klaksvíkar. Takk fyri tað.
Eg vil vegna Býráðið ynskja øllum manningum hjartaliga til lukku við góðu úrslitunum í summar og tykkum á Fípuni Føgru og Nevinum Reyða, hjartaliga til FM heitinum og vit siga, at tit koma øll somul enn sterkari aftur næsta ár.
Takk fyri.
Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri




