Seint í gjárkvøldi kom kom Livar Nysted aftur til landið eftir at hava róð tvørtur um suðuratlantshavið í 35 samdøgur saman við sjey øðrum í róðrarbátinum Avalon.
Seint í gjárkvøldi kom kom Livar Nysted aftur til landið eftir at hava róð tvørtur um suðuratlantshavið í 35 samdøgur saman við sjey øðrum í róðrarbátinum Avalon.
Tað er ein vika síðan at Livar legði at landi í Barbados eftir at hava róð tilsamans 2600 fjóðringar úr Kanariuoyggjunum.
Í gjárkvøldið segði Livar við Kringvarpið at hann var komin fyri seg aftur.
– Tað er ein góð kensla at hava gjørt nakað sum mann hevur droymt um. Vit høvdu nógvar tekniskar trupuleikar við bátinum og hetta gjørdi at vit megnaðu ikki at seta nýtt heimsmet. Harafturat høvdu vit rákið ímóti okkum næstan allan vegin og tað er óhoyrt hesa árstíðina.
– Tað er ikki fyri at seta met at eg farið avstað hóast tað hevði verið gott afturat, segði Livar m.a..
Í kvøld kl. 18 skipar Hvannasunds Kommuna fyri móttøku í Skúlanum á Fossánesi.
Sí myndir frá www.trip.fo tá komið var á mál:




