Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.30

Jógvan Skorheim

Eftir ein sannførandi sigur á heimvølli í fyrru finaluni, var tað ein sannur gýsari á Hálsi, tá ið Mjølnir spældi seinni finaluna.

Hóast SÍ vann seinna dystin, so var tað Mjølnir, ið enn eianferð fór avstað við meistaraheitinum, eftir at hava vunnið 6´setti í dystinum.

Mjølnir menn hava nú vunnið meistaraheitið 6 ár á rað, og hava teir útbygd føroyska metið, fyri flest vunnin meistaraheitir á rað.

í kvøld verður møguleiki at heiðra monnunum í forhøllini í Varpinum kl. 23.30.

Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa, og sjálvandi verður møguleiki at heilsa upp á leikararnar.

Øll hjartalig vælkomin.