Sonni Eliassen gjørdist í vikuskiftinum heimsmeistari í kettlebell í kapping í Italia.
Hann vigar 68 kg og kappaðist í Long Cycle.
Hann lyfti 2×24 kg í 10 minuttir, og kláraði 78 ferðir, og vann harvið gull í sínum vektklassa.
Í samband við hetta bjóðar Fullpower inn til móttøku fyri Sonna mikudagin kl 17.30 í hølunum hjá Fullpower (í kjallaranum í Berglon).
Øll eru hjartaliga vælkomin




