Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka í deildini hjá Eik í Klaksvík frá kl. 15

John William Joensen

Fríggjadagin verður almenn móttøka í deildini hjá Eik í Klaksvík, í samband við at Trygvi Hoydal Poulsen, sum í norðoyggjum er kendur sum ein virkin ítróttarmaður, sum umframt at vinna 7 FM heiti fyri Mjølnir eisini var við til at vinna meistaraheitið í fótbólti 1991 við KÍ.

Fríggjadagin verður almenn móttøka í deildini hjá Eik í Klaksvík, í samband við at Trygvi Hoydal Poulsen, sum í norðoyggjum er kendur sum ein virkin ítróttarmaður, sum umframt at vinna 7 FM heiti fyri Mjølnir eisini var við til at vinna meistaraheitið í fótbólti 1991 við KÍ.

44 ára gamli, Trygvi Hoydal Poulsen er ikki longur við á meistaraliðnum hjá Mjølnir, men spælir tó framvegis á lægri støði og venur lið í ungdómsdeildini. Hann var øll ungdómsárini ein sera virkin og evnaríkur fótbóltsspælari har hann leikti saman við Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen o.ø. sum vóru við tá ættarliðskiftið var í KÍ í 1991. Hetta árið vann KÍ føroyameistaraskapin og Trygvi leikti 10 dystir og ein steypadyst hetta árið sum áleypari til ein knæskaði setti ein stoppara fyri hansara fótbólts yrkisleið.

– Tá vóru græslíkis vallirnir ikki so góðir sum í dag og nógvir skaðar komu tí at menn stóðu fastir í vøllinum tá turt var í veðrinum. Eg royndi at spæla fótbólt eftir at skaðin var grøddur, men hetta gekk ikki. Eg hevði tó ongar trupulleikar við at spæla flogbólt, og tí var fótbólturin lagdur á hyllina, greiður Trygvi frá.

Frá fólkaskúla til bankamann

Tá Trygvi varð liðugur við fólkaskúlan um várið 1987 fór hann at leita sær eftir arbeiði og sendi m.a. eina umsókn til Føroya Banka og um heysti varð hann uppringdur av Jóannes í Bankanum sum tá var deildarleiðari hjá Føroya Banka í Klaksvík. Trygvi greiður frá at tá var lættari at sleppa framat hjá ungum, tí tað kravdist eingin skúlagongd. Tá var vanligt at ein arbeiddi í bankanum, samstundis sum gingið var í skúla.

– Eg minnist at fyrstu tíðina kom eg at arbeiða saman við Poul Martin Rasmussen, og var tað ein sera góð og ikki minst stuttlig tíð og eg fór í læru og arbeiddi í bankanum fram til 1992, tá eg bleiv settur sum deildarleiðari í Rúsuni – tá Rúsdrekkasøla Landsins læt upp í Klaksvík. Í 2006 bleiv kom eg so aftur í starv í Banknordik og har var eg til í seinastu viku tá eg tók avgerð um at taka av einum sera spennandi starvið í Eik.

Leggja stóran dent á góða og persónliga tænast

Trygvi Hoydal Poulsen, er greiður um hvat hann ætlar í nýggja starvinum sum rakstrarleiðari fyri Eik í norður økinum.

– Deildin í Klaksvík er nýggj samanborið við tær hjá kappingarneytum okkara og tí er greitt at vit fara at leggja okkum eftir at vinna størri marknaðarpart. Og fyri at fáa fleiri viðskiftafólk fara vit sjálvandi at leggja okkum eftir einari enn betur kundarøkt har persónliga tænastan er á sera høgum støði. Eg tók við starvinum 1. Desember og eg má siga sum er at hetta er ein sera spennandi avbjóðing fyri meg og eg veit at vit longu nú kunnu bjóða øllum norðoyingum eina dygdargóða og kappingarføra tænastu.

Trygvi er giftur við Mariann og tey eiga børnini Tanja 16 ár, Símun 12 ár og Martin sum er 10 ár. Trygvi hevur bankaútbúgving frá Føroya Banka, og hevur leiðsluútbúgving frá Føroya Handilsskúla. Sum omanfyri sagt hevur Trygvi í fleiri ár starvast í BankNordik, og hevur drúgvar royndir við privat- og vinnukundum. Hetta seinasta árið hevur hann starvast á Íløgudeildini. Í tíðarskeiðnum 1992 – 2006 var Trygvi leiðari á Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík.

Móttøka

Fríggjadagin frá kl. 15 verður almenn móttøka í deildini hjá Eik í Klaksvík í samband við at Trygvi er settur í starv sum rakstrarleiðari á deildini í Klaksvík.