Í dag kl.16.00 fer KÍ at heiðra teir fýra steypavinnararnar.
Tað verður í KÍ høllini, at móttøkan verður í dag. Har fara Tummas Lervig, formaður í KÍ, og Jóan Pauli Jacobsen, ungdómsmenningarleiðari í KÍ, at siga nøkur orð eins og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer at handa felagnum gávu.




