Tað er ídag, at Frisørstovan í Gerðum skiftir navn til Frisørstovan Monroe og tað verður hátíðarhildið við móttøku ídag kl. 17, har øll eru vælkomin.
Tað eru tær báðar, Elinborg og Elisabeth, sum standa fyri innbjóðindini, og tær vænta at nógv fólk vitjar inn á gólvið at síggja hølini í heilt nýggjum sniði.




