Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøkan á Djúphavninivar serstøk

Oliver Joensen

Tað er onki at ivast í, at flestu Norðoyingar og fólk aðrastaðni frá fingu eyga á hvønn týdning Norðhavnin í Ánunum hevur.

Vit fara at gera meira burturúr Norðborg komandi dagarnar, Móttøkan í Ánunum byrjaði við at Davur Winther greiddi frá skránni og bjóðaði øllum vækkomin eftir at Klaksvíkar Hornorkestur hevði spælt løg líka síðani Norðborg kom undan Tongunum.
Eftir at hann hevði greitt frá skránni, fekk borgarstjórin Gunvá við Keldu orðið og helt eina sera góða røðu. Hugaligt var at síggja Gunvá í borgarstjóraketuni, hon riggaði framúr væl.
Síðani helt Kristian Martin Rasmussen eina røðu av brúgvaveinginum, har hann greiddi frá søguni í Christiani í Grótinum og P/F Halnes, sum teir keyptu frá Eileri Jacobsen, og Sámali Jacobsen.
Aftaná varð sungið stutt vers, og øll vóru boðin umborð at síggja skipið.