Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøkurøða fyri Høgaberg

Sigurð S. Simonsen

Móttøkurøða sum Sigurð S. Simonsen, býráðslimur í Fuglafirði, helt leygardagin fyri Høgabergi.

Góðan dagin og gott nýggjár øll somul

Tað  er mær ein stór frøði, enn einaferð, at kunna vera við  til eina slíka løtu sum hesa, at taka ímóti einum sera framkomnum og snotiligum fiskifari, sum á fyrsta sinni kemur til heimahavn sína.

Skipara og manning verður ynskt hjartaliga til lukku við  skipinum og vælkomin heim á Fuglafjørð  við Høgabergi.

Eg vil eisini ynskja reiðaríðnum Framherja, við  Anfinni Olsen reiðara, hjartaliga til lukku við  hesum, so gott sum nggja og sera prýðiliga farinum.

At talan er um eitt valakeyp er lítið  at ivast í.
Norska bla
ðið  Fiskaren verður endurgivið  á VP tann 2. januar, fyri at siga frá einum av trimum eigarum í Torbas AS at :
“Nord-Atlanterens beste fiskeba˓t er solgt til Færøerne”.

So, alt annað  líka, skuldi tað  boða frá góðum og er tað  ynski mítt, at skipið  kemur at roynast væl í allar mátar.

Tá tann fyrsti Høgaberg kom á Fuglafjørð  tann 1. februar 2003, nevndi eg í móttøkutalini, at tað  var ikki hvønndagshending, at skip løgdust afturat og komu til bygdina.

Tá Fagraberg kom tr  ár seinni, tann 16. juni 2006, fegnaðust vit um, at tað ikki bleiv so leingi ímillum hesaferðina.

Vit kunnu staðfesta, at síðani 2006 eru nøkur skip komin, bæði fiskiskip og farmaskip og okkurt er selt av aftur bygdini.

Soleiðis hevur reiðaríið  Framherji eisini haft fleiri Høgabergar í longri og styttri tíðarskeið  hvør, og sum síðani eru seldir av aftur landinum.

Men, eg havi skilt, at hesuferð  hevur reiðaríið  funnið  rætta  skipið  til teirra tørv.

Við  Akraberg, sum kom á Fuglafjørð  2. juli 2013, hevur reiðaríið  Framherji nú tr  sera munagóð  og virkisfør skip, sum eru heimahoyrandi í okkara bygd.

Vit eru Anfinni og Elisabeth takksom fyri, at tey valdu Fuglafjørð  sum miðstøð  fyri hesum stóra parti av virksemi teirra.

Fuglafjørður tann 07.01.2017

Vit vita øll av royndum, hvussu tdningarmiklan leiklut slíkt virksemi hevur í lokalsamfelagnum, og sum eisini gevur ringvirkningar víða um landið  alt.

Nú fiskivinnan, fyri ein stóran part, gongur væl, er tað  so menniskjaligt at gloyma, at fiskivinnan er og hevur altíð  verið  ein váðin og ótrygg vinna at gera íløgur í.

Hesin váðin og ótryggleikin tykist ikki, sum útlitini eru júst nú, at fara at vera minni, ikki grundað  á broytingar í teimum náttúrugivnu fyritreytunum, men meira grundað  á, hvørjar politiskar avtalur verða gjørdar.

Tað  er tí alla æru vert, at reiðaríið  við  Anfinni og Elisabeth, enn einaferð  vísa dirvi og áræði til at taka stór tøk og soleiðis eru við  til at byggja land.

At enda vil eg ynskja alt tað  besta fyri reiðarí, skip og manning.

Bøn mín er, at Gud sum øllum valdar, má varðveita og signa tykkum og signa tað  verk, ið  her skal verða útint, Honum til æru og landi  og fólki  at gagni.

Jesus fylgið  tykkum.

Sigurð  S. Simonsen bráðslimur