Venjarin hjá meistarunum sigur, atkomandi kappingarár í Premier League verður meira spennandi ennseinasta kappingarár.
Chelsea vann Premier League seinastakappingarár í stórum stíli. Liðið legði seg á odda næstanbeinanvegin og lá á odda alla kappingina. Í endanum var einginspenningur um 1. plássið.
Jose Mourinho, venjari hjá Chelsea,væntar eina nógv tættari kapping um meistaraheitið í ár. Hannsigur, at fimm lið hava realistiskan møguleika at vinna PremierLeague. Tey eru Chelsea, Manchester City, Arsenal, Manchester Unitedog Liverpool. Hann væntar, at eisini onnur lið koma at geva ovaru liðunum trupulleikar og nevnir, at Crystal Palace hevur keypt YohanCabaye og Conor Wickham og at hann kundi nevnt fleiri onnur slíkdømir, skrivar The Guardian.
Norðlýsið fer gjøgnum vikuna atspyrja fleiri føroyingar um, hvat teir vænta at Premier Leaguekomandi kappingarár.




